Seglloftið 

           

 

 

 

 

LÆRUSVEINARNIR OG TVØROYRAR HORNORKESTUR

 

Fríggjakvøldið hava vit ta stóru gleði, at bjóða tykkum til konsert við Tvøroyrar Hornorkestri. Hornorkestrið er eitt virki orkestur og hevur júst havt 30 ára jubilæum. Spennandi verður at hoyra, hvat tey hava arbeitt við seinastu tíðina. Konsertin byrjar klokkan 20:00 og frásøgukvinan er Anna Kirstin Thomsen. Entré 50,-

Leygarkvøldið er "húsorkestrið" Lærusveinarnir aftur á skránni. Orkestrið telur kend og góð nøvn sum Tróndur enni, Henning Nicodemussen og Eyðun Nolsøe. Allir eru kend nøvn inna føroyska tónelikapallin og hava teir, tær ferðirnar teir hava verið á Seglloftinum, altíð skapt ein góðan stemning og trekt massar av áhoyrarum til. Vit síggjast leygarkvøldið á Seglloftinum! Entré 130,-

 

 

 

 

Vælkomin á heimasíðu okkara. Vit fara her at bjóða tykkum ein túr innar í søguligu høli okkara, ið anga av hugna og sál.

 

Á síðuni borðreiða vit við heilt serligu søguni hjá Thomsen samtakinum, byrjandi við yvirtøkuni av Kgl.Einahandlinum í 1856 og fram til í dag, har m.a. Seglloftið er nýumvælt og stendur í fagrasta blóma, sum miðdepil fyri mentanini í Suðuroynni.

 

So við og við leggja vit myndir inn av tiltøkum vit hava og ætla vit at hetta skal vera ein dynamisk síða, ið fólk fara at hava hug til at vitja aftur á.

 

Hjartaliga vælkomin.

 

 

 

 Til ber eisini at leiga Seglloftið til títt heilt egna tiltak! Ringið 22 18 24, 37 18 56 ella 37 10 40 og hoyri meira!

 

 

 

 

 

P/f Seglloftið  |  Havnarlagið 36  |  800 Tvøroyri  |  Faroe Islands

 

 

 

                                         Sett upp heimasíðu  - Lýsing 371222

 

 

Komandi tiltøk 

SEGLLOFTIÐ

 

 

Lesið meira um tiltøkini við at trýsta á myndina

 

MORGUNMATUR

hvønn dag frá 09:00

 

FIMMARI

hvønn fríggjadag frá 17:00 - 19:00

 

PUBBKVISS

Annaðhvørt fríggjakvøld frá kl. 23:00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Farin Tiltøk

Trýstið her ella á myndina

 

 

 

Tel.   +298 37 18 56

         +298 37 10 40

Mob. +298 28 18 56

 

akt@post.olivant.fo

 

 

 

 

gl. Kgl. Pub  Kafé 

           

 

e